Seinnapartin í dag var óvanliga nógvur svartfuglur at síggja í Hestfirði. Havið var mest sum alt tiltaglað við fugli á sjónum.
Tey, sum komu um Skopunarfjørð við Teistanum á ferðini av Gomlurætt klokkan 17.15 í dag og hugdu út á sjógv, kundu valla umgangast at síggja allan fuglin í fjørðinum.
Onkur, sum var við strandfaraskipinum, helt fyri, at tað eru nógv ár síðan, at so nógv fuglalív hevur verið at sæð á sjónum yvirhøvur.
At síggja til var her bæði lundi, lomvigi og álka - í stórum tali, tó nógv mest av lunda.
- Fuglurin er har, sum føðin er, og tí kunnu vit bara vóna, at náttúran nú er við okkum aftur, segði maður, ið var stórliga bilsin - men eisini vónríkur - av øllum fuglalívinum í dag.