Tað verður sum í gomlum døgum á Sandi

Bólkarnir, Ravnar og Geislar, vóru væl umtóktir og kendir fyri at fáa gott lív í á dansigólvinum.

 

Í annaðkvøld verður tað aftur sum í gomlum døgum á Sandi.

 

Tá verður eitt forkunnugt dansitiltak í Virkinum, sum Alt Events skipar fyri.

 

Lokalu bólkarnir, Ravnar og Geislar, fara aftur á pallin.

 

Hetta eru bólkar, sum í 1980-árunum og 1990-árunum vóru væl umtóktir og kendir fyri at fáa gott lív í á dansigólvinum.

 

Kvøldið í Virkinum byrjar við Pub Quiz, sum Hanus í Miðstovuni skipar fyri, og her verður byrjað klokkan 22.

 

Dansurin byrjar á midnátt, og síðan verður dansað til klokkan 03.45.

 

- Jú, so sanniliga verður leygarkvøldið í Virkinum á Sandi aftur sum í gomlum døgum, siga fyrireikararnir.

 

##med2##

 

 

 

Tað verður lív í, tá lokalu bólkarnir, Ravnar og Geislar, fara á pall í Virkinum í annaðkvøld.