Tríggir dystir í 25. umfari í bestu deildini vera seinnapartin og í kvøld. Teir báðir dystirnir á Skálafjørðinum – Skála-EB/Streymur og B68 – AB – vera klokkan 15, og klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Sørvági, har B36 verður gestur hjá 07 Vestur.
Í næstbestu deildini er fult umfar seinnapartin. Tað kann væl vera, at spurningurin um uppflyting verður heilt ella partvís svaraður í dag. ÍF er topplið, og um ÍF vinnur í minsta lagi eitt stig heima í Fløtugerði seinnapartin, har Undrið verður gestur, so er tað staðfest, sum fyri viku síðani varð sagt at vera mest sum veruleiki, ið tað var torført at ímynda sær at tað vendist við aftur frá.
Á Sandi fær B71 vitjan av TB. ÍF hevur 52 stig, TB hevur 51 stig, Víkingur hevur 46 stig, og B71 hevur 43 stig. Um B71 vinnur fulla úrtøku ímóti TB, so verður tað framvegis møguleiki fyri, at B71 fer at fáa TB aftur. Um tað fer at enda javnt, ella um TB vinnur øll stigini, so verður tað staðfest, at TB næsta ár aftur skal spæla í bestu deldini.
Seinnapartin verður sagt frá 11 – 12 metrum av útsynningi, hitin verður 9 stig, og tað fer at regna.
Betri Deildin
25. umfar
Leygardagin 8. oktober
B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
Skála – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen kl. 18.00
Sunnudagin 9. oktober
KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
-
KÍ | 24 | 21 | 2 | 0 | 63 | 7 | 68 |
Víkingur | 24 | 16 | 3 | 5 | 63 | 23 | 51 |
HB | 24 | 15 | 4 | 5 | 50 | 25 | 49 |
B36 | 24 | 11 | 4 | 9 | 47 | 24 | 37 |
EB/Streymur | 23 | 9 | 5 | 9 | 30 | 41 | 32 |
B68 | 24 | 7 | 3 | 14 | 33 | 47 | 24 |
AB | 24 | 7 | 3 | 14 | 31 | 62 | 24 |
07 Vestur | 23 | 6 | 5 | 12 | 26 | 56 | 23 |
NSÍ | 24 | 6 | 3 | 15 | 27 | 51 | 21 |
Skála | 24 | 1 | 6 | 17 | 22 | 56 | 9 |
-
1.deild
KÍ – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 14.00
ÍF – Undrið FF: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00
NSÍ – B36: Petur Reinert kl. 13.00
HB – 07 Vestur: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00
B71 – TB: Rani Andrasson Skaalum kl. 16.00
-
1.deild | |||||||
ÍF | 24 | 16 | 4 | 3 | 52 | 31 | 52 |
TB | 24 | 16 | 3 | 5 | 67 | 35 | 51 |
Víkingur | 24 | 14 | 4 | 6 | 71 | 39 | 46 |
B71 | 24 | 13 | 4 | 7 | 50 | 29 | 43 |
KÍ | 24 | 13 | 1 | 10 | 56 | 40 | 40 |
Undrið FF | 24 | 12 | 3 | 9 | 43 | 35 | 39 |
HB | 24 | 9 | 3 | 12 | 41 | 52 | 30 |
B36 | 24 | 6 | 6 | 12 | 40 | 52 | 24 |
NSÍ | 24 | 3 | 6 | 15 | 29 | 81 | 15 |
07 Vestur | 24 | 0 | 2 | 22 | 20 | 75 | 2 |