Tað verður langur leygardagur

Umframt í bestu deildini, har síðsta bríksl verður Í Klaksvík fram ímóti klokkan 8 í kvøld, verður tað fult umfar í kvinnudeildini og eisini í 1. deild

Dagurin í dag verður ein av teimum longu í fótbóltinum. Tríggir dystir vera í bestu deildini. Fyrsta bríksl verður í Hólmanum á Eiði, klokkan 15, og síðsta bríksl verður í Klaksvík, tá ið klokkan av álvara er farin at nærkast 8 í kvøld.

 

Um tað eydnast KÍ at vinna stig á heimavølli ímóti B36 í kvøld, so verður tað endaliga staðfest, at KÍ vinnur FM í 2021. Tveir teir síðstu dystirnir í hesum umfarinum vera sunnudagin.

 

Í dag fáa KÍ kvinnurnar handað FM steyp og gullkrónur eftir heimadystin ímóti AB/B71.

 

Bæði í kvinnudeildini og í næstbestu deildini hjá monnum er fult umfar á skránni í dag.

 

 

 

Leygardagin 16. oktober

 

KÍ – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00

 

EB/Streymur – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

HB – B68: Bjarki Danielsen kl. 16.00

 

Sunnudagin 17. oktober

 

Víkingur – ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

NSÍ – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00

 

23212092765
Víkingur241752552256
HB231544732149
B36241194482842
NSÍ241158453638
07 Vestur247413316625
EB/Streymur235414214819
B68245415266019
ÍF244416226016
TB22032013783