Tað verður kalt um vikuskiftið

Líkt er til, at tað fer at kava heilt fitt fríggjadagin.

Kølin luft streymar sum frá líður inn yvir Føroyar av norðri og landnyrðingi. Seinni fer lýggjari luft aftur at streyma inn yvir Føroyar av vestri.

 

Mikudagin øtlar hann vindin upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig. Hósnáttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi og hann snarar í ein norðan, 10 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður møguliga vátasletting ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og fimm hitastig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av landnyrðingi, 10 til 13 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 og 4 stig, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 8 til 13 m/s, eitt bil upp í hvassan vind, 15 m/s, um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og kavaæl. Hitin frá frostmarkinum upp í 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingur, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, um náttina regn ella vátaslettingur av vestri. Hitin millum 3 og 7 stig.