Danska veðurstovan DMI sigur í veðurforsøgnin fyri næstu viku, at tað verður kalt.
Í dag vera 10-15 m/s av norði og útnyðringi, seinnapartin upp í 18 m/s. Tað verður samdrigið, og møguleiki verður fyri kavaælum. Onkrar løtur kann tað verða klárari í veðrinum í støðum. Hitin verður millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Mánadagin verða 10-15 m/s av norði og útnyðringi, seinnapartin minkandi niður í 8-13 m/s. Samdrigið og kavaæl, onkrar løtur klárari í veðrinum. Hitin verður millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Týsdagin vera 10-15 m/s av norði, seinnapartin upp í 18 m/s. Samdrigið og kavaæl, onkrar løtur klárari í veðrinum. Hitin verður millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Eisini mikudagin og hósdagin verður um frostmarkið, men DMI væntar, at tað kann verða eitt vet heitari fríggjadagin.