Tað verður gullfagnaður í Klaksvík í morgin

Kvinnur: Síðsta umfar verður í morgin, tá ið sigursvandu meistararnir fáa vitjan av AB/B71

Í morgin verður punktum sett fyri kvinnukappingini í 2021. Tá vera allir fýra dystirnir í 21. og síðsta umfari.

 

Tað er greitt, at KÍ hevur vunnið FM. Tað er eisini greitt, at AB/B71 endar aftast, og tað er eisini greitt, at 07 Vestur endar næstaftast, men tað er eingin niðurflyting.

 

Spenningurin snýr seg um, um tað verður EBS/Skála ella NSÍ, sum fer at vinna silvur, og um tað verður Víkingur ella HB, sum fer at enda á fjórða plássi.

 

Uppflytararnir í AB/B71 vera gestir í Klaksvík tíðliga seinnapartin. Tað er stórt í Klaksvík, at KÍ hevur vunnið FM fyri triðju ferð á rað, og tað er stórt, at tað er møguleiki fyri, at meistaraheitið verður handað sigursvandu spælarunum, uttan at teir hava tapt. Higartil hevur KÍ vunnið 13 dystir og spælt sjey javnar.

 

Fyrsta bríksl í Klaksvík verður klokkan 14. Gullkrónurnar og FM steypið verða handað klokkan umleið 16 ella tveir tímar undan fyrsta bríksli millum KÍ og B36. Tað plaga at vera lutfalsliga nógvir áskoðarar, tá ið kvinnurnar í Klaksvík spæla á heimavølli. Tað er góður møguleiki fyri, at áskoðaratalið í seinna hálvleiki í morgin fer at vera serliga stórt.

 

 

 

KÍ – AB/B71: Jonn Sólheim Thomsen kl. 14.00

 

Víkingur – 07 Vestur: Leivur Zachariassen kl. 15.00

 

NSÍ – B36: Høgni Madsen kl. 13.30

 

HB – EBS/Skála: Petur Páll Winther Hentze kl. 13.30

 

201370601346
EBS/Skála201253411841
NSÍ201235682839
Víkingur201028543132
HB20938502530
B36208210364426
07 Vestur204016226012
AB/B71201019101223