Nú verður tað eitt sindur dýrari hjá suðuroyingum

Suðuroyingar fáa eitt skip afturat - men tað verður ikki fyri einki

Sum vit skrivaðu í gjár, er ætlanin at útvega eitt skip afturat Smyrli at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina.  Sum vit eisini skrivaðu í gjár, hevur tað verið frammi, at talan er um hetta skipið: Les meiri her: Strandferðslan skal gerast til alment partafelag

 

Samstundis er oljuprísurin hækkaður og nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, boðar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, frá, at av tí sama verður tað neyðugt at játta Strandferðsluni 4,5 milliónir meiri til olju næsta ár.

 

Hann sigur eisini, at nýggja skipið, sum ætlanin er at útvega til Suðuroyarsiglingina, fer at kosta 23 milliónir um árið at reka. Og alt hetta verður ikki ókeypis fyri suðuroyingar, tí samstundis fer tað at verða dýrari at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina. Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan fer at hækka farmaprísin so at inntøkurnar av farmi fara at hækka fimm milliónir næsta ár.

 

Jørgen Niclasen sigur at annars hava farmaprísirnir verið óbroyttir síðani í 2006.