Í donskum bløðum kunnu lesarar spyrja um ymiskt - eisini um stríðið, sum hevur tikið seg upp millum Russland og øðrumegin og Nato og USA hinumegin um Ukraina.
Orsøkin til stríðið beint nú er, at Russland hevur flutt stóra hermegi til markið til Ukraina, og stórur ivi hevur verið sáddur um, hvat Russland ætlar við hesum.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferðir sagt, at Russland fer ikki at gera innrás í Ukraina, men líkt er ikki til, at Nato og USA - og neyvan Ukraina heldur - eru trygg við støðuna.
Fleiri lond hava heitt á sínar ríkisborgarar um skjótast gjørligt at fara úr Ukraina, og millum hesi lond eru eitt nú Danmark og USA. Londini halda, at vandin fyri kríggi er ov stórur.
Enn er stríðið onkusvegna á diplomatiskum stigi, tí so seint sum í dag hava forsetarnir í Russlandi og USA, Vladimir Putin og Joe Biden, snakkað í telefon tað mesta av einum tíma.
Russland vil hava eitt lyfti um, at Ukraina ongantíð verður limur í NATO, eins og nøkur eysturevropeisk lond eru blivin, men svarið hjá vestanlondunum er, at tað er ein spurningur millum Ukraina og Nato.
Lesarar hjá BT spyrja um stríðið, sum hevur tikið seg upp, kann føra til ein triðja heimsbardaga. Her hevur blaðið vent sær til danska krígsgranskaran, Peter Viggo Jakobsen á verjuakademinum.
Tað eru nevniliga fleiri lesarar, sum hava reist henda spurning, og lesarar spyrja eisini, um vandi er fyri, at tað verður kríggj í Danmark.
- Danmark kemur ikki í kríggj, tí Russland leypir ikki á Nato-lond. Russland leypir bara á Ukraina, um teir gera tað yvirhøvur. Eg trúgvi framhaldandi, at Vladimir Putin velur ikki at leypa á, tí tað kemur at seta hann í eina ringa støðu.
Í telduposti til BT sigur krígsgranskarin, at triði heimsbardagi brestir ikki á, tí Nato og Russland koma ikki í kríggj. Russland leypir ikki á Nato, og Nato fer ikki í kríggj fyri at stuðla Ukraina.
- Tað ger Nato ikki, tí júst tað kundi endað við einum triðja heimsbardaga, sigur krígsgranskarin.
Peter Viggo Jakobsen á verjuakademinum sigur, at kjarnorkuvápnini halda báðum pørtum frá at fara í kríggj ímóti hvørjum øðrum.









