Tað verður ein dýr søga fyri bilføraran

Hann hevði ikki tað rætta koyrikortið

Ferðsludeildin hjá løgregluni hevur aftur verið á ferð, har tey hava kannað ferðsluna. í hesum umfari var serligur dentur lagdur á at kanna bilar við kampingvogni. Fleiri bilar við kampingvogni vórðu kannaðir og yvirhøvur var støðan góð. Men løgreglan sigur, at í einum føri hevði bilførarin ikki tað rætta koyrikortið. Bilførarin hevði vanligt koyrikort og tað gevur loyvi til at koyra bil, sum vigar í mesta lagi 3.500 kilo. Men í hesum føri vigaði bilur og kampingvognum meiri enn tað og sostatt skuldi bilførarin havt eitt størri koyrikort.

 

Tá ið kampingvognurin varð kannaður, vísti tað seg, at hann heldur ikki hevði ljós aftan. Bilførarin fær bót fyri ikki at hava tað rættað koyrikortið og hann fær eisini bót fyri lyktafeilin. Bótin fyri at koyra akfar, ein bilførari ikki hevur koyrikort til at koyra, er rættiliga stór, tí hon er heilar 5.000 krónur.

 

Men løgreglan helt, at kampingvognurin sá so skirvisligur út, at tey hava kravt, at hann fer til sýn og hvat so hendir í málinun, veldst um, hvat úrslitið av sýninum verður.

 

Løgreglan varð eisini boðsend, tí ein útlendskur bilførari hevði koyrt út av á vegnum ímillum Haldórsvík og Fossá. Løgreglan sifgur, at bilurin fekk ikki nevnivert av skaða, men fólkaskaði var eingin.