Tað verður stútt og støðugt talt niður. Nú eru tríggir og ein hálvur tími, inntil spurningurin verður svaraður, um tað skal eydnast Føroya fremsta ítróttarfólki nakrantíð, Pál Joensen, at vinna heiðursmerki í 800 metra kappingini í frísvimjing í EM kappingini, sum hesa vikuna er í Berlin. Um tað eydnast at vinna, so verður tað fyri aðru ferð í hesi vikuni.
Klokkan fimm mikudagin løgdu Pál og kappingarneytarnir til brots í 1500 metra kappingini, sum endaði við, at Pál vann silvur. Klokkan fimm í dag leggja Pál og kappingarneytarnir til brots í 800 metra kappingini, og nakrar minuttir seinni verður greitt, um Pál aftur fer at megna heiðursmerkjapláss.
Myndin omanfyri vísir, at tað var ógvuliga tætt millum tríggjar teir fremstu. Minni enn eitt hálvt sekund var frá Páli á fremsta plássinum og aftur til italiumannnin á triðja plássi. Ímillum teir báðar var ein úr Tjekkia.
Tað snýr seg millum annað um, hvussu nógva orka er brúkt, og hvussu tað er eydnast at fylla goymslurnar aftur síðani innleiðandi umfarið fyrrapartin í gjár. Pál heldur, at hann er eins væl fyri og kappingarneytarnir, sum hann í dag fer at hava undir liðini á sær – annan høgru megin og hin vinstru megin.
Tað valdast eisini um, um tað fer at eydnast onkrum at røkka betri avriki í dag enn í innleiðandi umfarinum. Pál Joensen heldur tó, at tað fyrst og fremst verður í høvdinum, at tað verður avgjørt, hvør fer at enda hvar í røðini:
-Taktiska uppleggið hevur stóran týdning, og heilt avgerandi verður, hvussu tað fer at eydnast at fylgja taktikkinum, sigur Pál Joensen, og hann tykist hava stórt sjálvsálit:
-Hvat taktikkinum viðvíkur var avrikið mikukvøldið tað besta hjá mær nakrantíð!