Tað verða tvær nýggjar brennistøðir

Mangt bendir á, at ætlanin at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið er farin í vaskið

 

Tað hava verið samráðingar millum IRF og KOB um at byggja eina felags brennistøð í staðin fyri at byggja nýggjar brennistøðir í ávikavist Leirvík og á Sandvíkarhjalla.

Men sum skilst eru ov nógv lokal áhugamál, eitt nú tað, at orka frá brennistøðunum í báðum førum verður brúkt. 

Í Havn er til dømis fjarhitanet lagt av Sundi, frá SEV verkinum, umvegis Brennistøðina á Hjalla og allan vegin út á Argir.

Heðin Mortensen sigur, at tað ber ikki til at steðga hesi orkuveitingini. Og tá IRF ikki vil flyta sína brennistøð til Havnar, so sær hann lítlan møguleika fyri eini felags brennistøð.

TRÝSTIÐ HER fyri at hoyra poddin hjá Árna Gregersen á dimma.fo, har hann tosar við Gunvá við Keldu, forkvinnu í IRF og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn.