Tað verða fleiri og fleiri hol í vegnum

Allir pílar venda tann skeiva vegin og tað verður eitt ódnartak at fáa alt í rættlag aftur

 

 

 

Vegir, brýr og tunlar verða alsamt í verri standi. Tað er greitt, nú Løgtingið umrøddi standin á føroyska vegakervinum í gjár.

 

Tað var Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum reisti málið í løgtinginum í gjár. Hann ætlaði at fáa eitt kjak í Løgtinginum um hesi viðurskifti - men tað eydnaðist ikki. Um tað var tí, at málið ikki hevur áhugað, ella um tað var tí, at hetta var seint ein fríggjadag seinnapart, og løgtingslimir bara vildi sleppa til hús, skal vera ósagt. Men tað vóru bara løgtingsmaðurin sjálvur, og so landsstýrismaðurin á økinum, Uni Rasmussen, sum tóku orðið.

 

Men eftir tí, landsstýrismaðurin segði, venda allir pílar tann skeiva vegin. Hann segði, at í miðal krevur landskassin 140 milliónir inn um árið í vegskatti. Nú eru einir 28.000 persónbilar í Føroyum. Í 1997 var inntøkan var vegskatti, 31 milliónir og tá vóru 14.000 persónbilar í landinum.

 

Fyrr vórðu inntøkurnar frá vegskatti brúktar beinleiðis til at viðlíkahalda vegirnar fyri, men fyri sløkum 50 árum síðani, varð mannagongdin broytt og síðani eru inntøkurnar farnar beinleiðis í landskassan.

 

Hinvegin verða bara 47 milliónir brúktar um árið í miðal til at viðlíkahalda vegirnar fyri. Eitt nú hevur kavaruddingin kostað 14,7 milliónir í miðal um árið hesi seinastu árini. Annars er ein serlig játtan upp á átta milliónir latin til ábøtur á brýr og tunlar og 7,7 milliónir eru játtaðar til ymisk trygdartiltøk og ábøtur.

 

Men í 1990, var játtanin til at viðlíkahalda vegir, tunlar og brýr fyri, 68 milliónir – men í ár er hon 45 milliónir – hóast vit nú hava nógv fleiri tunlar, nógv fleiri vegir og munandi fleiri bilar. Landsverk sigur, at av røttum skuldi játtanin í ár verið tvær ferðir so stór, ella 90 milliónir.

 

Fyri nøkrum árum síðani roknaði Landsverk seg fram til, at tað fer at kosta heilar 375 milliónir at fáa alt vegakervið í góðan stand, so langt afturúrsiglt er tað. Ringast stendur til í tunlunum, tí tað hevði kostað 150 milliónir at fingið teir í fullgóðan stand. Einar 25 milliónir skulu brúkast upp á brýr og 100 milliónir upp á at asfaltera. Harumframt skulu aðrar 100 milliónir til at gera bilaverjur, vegjaðarar, veitir, dren, skeltir og annað, í fullgóðan stand.

 

Men Uni Rasmussen sigur, at tey á Landsverki eru nú farin at meta um støðuna av nýggjum, og tað er alt, sum bendir á, at úrslitið verður, at støðan er upp aftur verri nú. Av tí at støðan er so vánalig, fer tað at taka nøkur ár at fáa alt í rættlag. Landsverk metir, at eitt veruleikakent mál er at leggja eina tíggjuára ætlan, har 25 milliónir verða játtaðar tað fyrsta árið og síðani 50 milliónir um ároð tey næstu árini.

 

Landsverk hevur víst á, at serliga verður neyðugt við ábótum á tunlum og brúm, og vandi kann verða fyri, at ein brúgv ikki heldur og skramblar saman. Tað manglar eisini at asfaltera nógvar vegir, men tað er ikki so stórur vandi í tí, uttan so, at holini í vegnum verða so stór og djúp, at bilførarar kunnu missa tamarhaldið á bilinum, sigur landsstýrismaðurin.

 

Vit hava meiri klokkan 12