Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og fyrrverandi postmaður.
Sum greitt frá í aðrari grein har á info, so hevur Kári P. Højgaard setti Rigmor Dam, mentamálaráðfrúu, ein grein 52 fyrispurning, har hann vil hava hana at greiða frá, hvat hon meinar við, tá hon á info 1. mars varð endurgivin fyri at siga, at Posta átti aftur at verið gjørt til ein almennan stovn – og at tað ikki er í tráð við samgonguskjalið, at miðlastuðul hjá bløðunum skal brúkast til hækkað gjald til Posta.
Í viðmerking til útsøgnina hjá Rigmor Dam á info 1. mars segði Kári P. Højgaard, at tað var ein skeiv avgerð, sum løgtingið tók í 2005, á almenni stovnurin Postverk Føroya varð gjørdur til partafelag.
Hann segði, at tað fór at vera trupult at fáa Posta aftur til almennan stovn.
– Landstýriskvinnan í mentamálum hevur grein í sínum máli. Tá Postverk Føroya bleiv umskipað til almenna P/F Posta vóru bert Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, sum ávaraðu móti ætlanini, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og fyrrverandi postmaður.
– Bert fá fólk av »gomlu garduni« eru eftir á Posta, og stórur partur av ognunum eru seldar. Tíverri verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at venda aftur frá P/F Posta til almennan stovn, staðfestir Kári P. Højgaard.