Hesi seinastu árini hava víst, at tað var rætt at bjarga Smyril Line frá at fara á húsagang, tá ið felagið kom í neyð í 2008.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Ta ferðina vórðu 30 milliónir av almennum krónum settar í Smyril Line fyri at bjarga felagnum undan húsagangi
Og nú Smyril Line hevur staðfest, at felagið hevði eitt avlop á 36 milliónir krónur í fjør, staðfestir Johan Dahl, at avgerðin at bjarga felagnum var røtt, hóast mótstøðan var hørð, bæði frá politikarum og og øðrum.
- Hetta er fjórða árið á rað, har felagið hevur framgongd og vaksandi avlop, staðfestir landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at høvuðsorsøkin til góðu gongdina er, at sølan er støðugt vaksin og at fleiri ferðafólk ferðast við Norrønu. Men harumframt er raksturin skilbøttur, og so hevur tað eisini hjálpt, at prísurin á olju er lækkaður.
- Felagið hevði stórar búskaparligar trupuleikar. Tí vórðu nógvar kreppuloysnir gjørdar, áðrenn landið, og Framtak, máttu taka um endan við nýggjum kapitali í 2008. Seinni komu so nýggir privatir partaeigarar í felagið við meiri peningi.
Johan Dahl sigur, at orsøkin til, at landið tók um hendan, var, at í hesum føri varð mett, at stór samfelagslig virði vóru í vanda og at avleiðingarnar av at latið Smyril Line farið av knóranum, kundi verðið sera óhepnar fyri menningina av samfelagnum og vinnuni.
- Fyri føroyingar, og føroyska vinnu, umframt útlendingar, er eitt slíkt sjóvegis samband til meginlandið, og Ísland, ógvuliga umráðandi, sigur Johan Dahl.
- Tí var tað gott, at felagið varð umskipað við hjálp frá landinum og Framtak, og at nýggir privatir eigarar seinni keyptu seg inn í felagið.
- Henda kreppuloysn var hjálp til sjálvhjálp og hon hevði við sær, at hetta stóra flutningsfelag kundi varðveitast í Føroyum og skapa nógv arbeiðspláss, bæði umborð og á landi.
- Reiðaríið gevur í dag stórt avlop og er væl rikið, og tað hevur stóran týdning fyri vinnuliga virksemið í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur, at Smyril Line er eitt týðandi felag í at menna okkara ferðavinnu – og nú er felagið eisini farið at reka hotell í Skálavík.
- Eisini hevur felagið eitt gott samstarv við ALS um at fáa manning til Norrønu, staðfestir Johan Dahl.