Løgreglan var sjónlig í miðbýarlívinum í Havn í nátt, tí her var rættiliga nógv fólk í býnum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at onkrir knútar vóru við at taka seg upp millum fólk, men við tað, at løgreglan var sjónlig og kundi tosa fólk til rættis, spurdist eingin størri hending burturúr.
- Vit tóku tó eitt fólk við okkum á støðina úr miðbýnum í Havn, og viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan.
Hóast nógv fólk var í býnum, var løgreglan eisini úti og kannaði ferðsluna aðrastaðni, og her varð eisini hugt eftir, um onkur kanska var ávirkaður av øðrum rúsandi evnum.
- Klokkan 03 í nátt varð ein bilur steðgaður í Klaksvík, og her vísti tað seg, at alt ikki var, sum tað eigur.
Vaktleiðarin visti at siga, at førarin á bilinum verður skuldsettur fyri narko-koyring og onkur annar, sum eisini var í bilinum, hevði eisini smærri nøgdir av narkotika uppi á sær.
- Vit funnu eitt nú 2,14 gramm av hassji og roykimiksi í bilinum, og vit funnu eisini ymiskt annað, sum verður brúkt í samband við narkotisk evni.
Løgreglan leggur aftrat, at tey tóku bilføraran við til lækna, soleiðis at blóðroynd kundi takast.