Tað var sonn maktdemonstratión í Runavík í kvøld.
Ósigraða toppliðið KÍ vann 3-0 ímóti NSÍ, og fyri at siga tað, sum tað er, so var tað klassamunur millum KÍ og NSÍ.
Klaksvíkingar vóru støðugt fyrri á bóltinum, teir vóru alla tíðina skjótari í tanka og gerð, og tað bar aftur og aftur spentar støður við sær frammanfyri NSÍ málið og fleiri góðar málmøguleikar.
Heimamenninir vóru um ein háls. Tá ið teir onkra hendinga ferðina vunnu bóltin, høvdu teir ikki náðir at hugsa og taka avgerðir, og so varð tað sparkað nógv og lítið spælt.
-Hetta var KÍ frá síni bestu síðu. Allir spælararnir vita, at vit hava støði, sum er uppaftur betri, enn vit vístu í dag. Vit eru við at folda okkum út, og vit eru greiðir yvir, at tað snýr seg um 27 umfør. Hetta er hugaligt, tí liðið er gott, og vit njóta tað. Eg eri glaður vegna spælararnar, og eg eri stoltur vegna fótbóltin og felagið, at tað ber til at undirhalda, og tað fegnist eg um, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen í samrøðu við Trónd Arge í FM1.
Klæmint A. Olsen, NSÍ liðformaðurin, ásannar, at tað var stórur munur á:
-Serliga í fyrra hálvleiki var klassamunur. Vit broyttu eitt sindur, og eftir steðgin var um reppið, at vit minkaðu um munin. Tað eydnaðist ikki, og tá ið teir so øktu um munin til 3-0, var tað eingin ivi, ásannar NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
-Vit funnu ikki loysnirnar. Teir pressaðu okkum, so vit mistu bóltin á okkara egnu hálvu, og tað kendist øgiliga strevið. Eftir at teir vóru komnir á odda 3-0, var einki at gera hjá okkum. Hóast teir vóru frammanfyri 3-0, so vóru vit í verjustøðu, og tað kendist tungt, sigur Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá NSÍ.
-Tað er spell fyri kappingina, at tað er so stórur munur, sum tað er millum KÍ og hini liðini, men vit royna at koyra á og at røkka tað, sum vit hava møguleika at gera, sigur Klæmint A. Olsen.
Eftir framúr hugflogsríkt álop var tað miðvallarin Claes Philip Kronberg, sum við snildum lobbara setti hol á. Tá vóru 20 minuttir farnir, og tíggju minuttir undan steðginum økti Bob Sumareh um leiðsluna til 2-0. Aftur var talan um hugflogsríkt álop úr vinstru og í høgru og flatt innlegg, áðrenn Bob Sumareh, sum avloysti skadda Páll A. Klettskarð í fremstu ódnini, snaraði um seg sjálvan og skoraði.
NSÍ royndi at svara aftur fyrstu løtuna eftir steðgin, og KÍ málverjin Mathias Brinch Rosenørn hevði eina meistarliga bjarging.
So var tað miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Bob Sumareh økti til 3-0, og harvið var alt avgjørt.
NSÍ megnaði ikki at svara aftur, og í løtuni snýr kappingin seg um, hvør skal vera næstfremst.
KÍ hevur eftir 12 dystir 34 stig, og NSÍ hevur á triðja plássi 21 stig og er - fyribils í hvussu so er - varpað úr FM stríðnum. Hvussu stór fjarstøðan verður frá KÍ og aftur til næsta avbjóðaran verður greitt 2. hvítusunnudag, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB, sum í løtuni er næstfremst við 24 stigum.
NSÍ – KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Claes Philip Kronberg 20.
0-2: Bob Sumareh 34.
0-3: Bob Sumareh 66.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Jacob Trenskow, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft, Pætur Turiðarson Skipanes (Pætur Hentze, 46.) – Mikkel Elbæk Jakobsen, Betuel Hansen (Jørgen Nielsen, 72.), Tróndur Jensen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Aron Knudsen, 83.)
Á beinkinum: Dánial Danielsen, Atli D. Petersen, Mórits Heini Mortensen, Sjúrður Pauli Nielsen
Gult kort: Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft
Venjari: Allan K. Jepsen
KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 71.), Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Dávid Langgaard, 85.) – Jóannes Bjartalíð, Bob Sumareh (Boris Dosljak, 89.)
Á beinkinum: Kristian Joensen, Jesper Brinck, Páll A. Klettskarð, Jaspar Van Der Heyden
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
KÍ | 12 | 11 | 1 | 0 | 51 | 4 | 34 |
HB | 11 | 7 | 3 | 1 | 30 | 7 | 24 |
Víkingur | 11 | 6 | 4 | 1 | 24 | 10 | 22 |
NSÍ | 12 | 6 | 3 | 3 | 21 | 15 | 21 |
B36 | 11 | 4 | 5 | 2 | 19 | 13 | 17 |
ÍF | 11 | 3 | 2 | 6 | 15 | 32 | 11 |
EB/Streymur | 11 | 2 | 3 | 6 | 10 | 19 | 9 |
07 Vestur | 11 | 2 | 2 | 7 | 13 | 39 | 8 |
B68 | 11 | 1 | 3 | 7 | 12 | 32 | 6 |
TB | 11 | 0 | 2 | 9 | 6 | 30 | 2 |
2. hvítusunnudag
Víkingur - EB/Streymur
B68 - 07 Vestur
B36 - HB
TB - ÍF