Tað var Ísrael sum drap Hamas-leiðaran

Tað sigur ein kelda í amerikansku verjuni.

- Ísrael beindi fyri næstovastanum hjá Hamas, Salah al-Arouri, sigur kelda í amerikansku verjuni.

USA váttar í dag, at tað var Ísrael, sum framdi álopið í libanska høvuðsstaðnum, sum beindi fyri næstovastanum hjá Hamas, Salah al-Arouri.

 

Hetta sigur ein kelda í amerikansku verjuni, sum tíðindastovan AFP endurgevur.

 

Bæði Libanon og Hizbollah, sum er virkin hernaðarligur felagsskapur í Libanon, hava peikað á Ísrael, men Ísrael hevur hvørki váttað ella avsannað tíðindini um álopið.

 

Aftur í dag bera útlendskir miðlar tíðindi um nýggj álop har suðuri í Libanon.

 

- Talan skal vera um ísraelsk álop, og sagt verður, at tilsamans níggju Hizbollah-limir eru dripnir, veit tíðindastovan, Reuters, at siga.

 

##med2##

 

Ovasti leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, sigur, at um Ísrael førir kríggj móti Libanon, eru eingi mørk fyri, hvussu Hizbollah vil stríðast.

 

Hann kallar drápið av Saleh al-Arouri fyri eitt stórt og vandamikið brotsverk, sum Hizbollah ikki letur fara aftur við borðinum.

 

- Eitt kríggj móti okkum verður ógvuliga kostnaðarmikið. Ein og hvør, sum førir kríggj móti Libanon, kemur at angra tað, sigur Hassan Nasrallah.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Ísrael beindi fyri næstovastanum hjá Hamas, Salah al-Arouri, sigur kelda í amerikansku verjuni.

Ovasti leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah.