Tað var í lagi, tá rætturin í Grønlandi og Grønlands Landsrættur á sumri og heysti avgjørdu, at hvala- og umhvørvisaktivisturin Paul Watson framvegis skuldi haldast aftur í landinum.
Hægstirættur hevur givið grønt ljós til avgerð, sum varð almannakunngjørd á heimasíðuni hjá rættinum í dag.
Paul Watson varð handtikin í Grønlandi 21. juli 2024 og biðið varð um at fáa hann útflýggjaðan til ákæru í Japan. Útflýggjanin varð at enda noktað, og hann varð leyslatin stutt fyri jól.
Hægstirættur hevur gjørt úrskurð um fýra fyriskipanir um framhaldandi varðhaldsfongsling frá august til oktober.
/Ritzau/