Tað var Beinta Tausen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í gekka-spælinum í kvøld. Hon ringdi úr Runavík, men segði, at hon býr í Havn.
Hon segði eisini, at hon ongantíð áður hevði verið ígjøgnum í gekka-spælinum, og tí var hon sjálvsagt ógvuliga spent, nú slakar tvær miljónir vóru at vinna.
Beinta valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 650.000 krónum í hvørjum keypi.
Eftir, at tøgn hevði verið í hinum endanum í tvey ella trý sekund, helt gekka-verturin, Jan Gardar, fyri, at nú mátti hon ikki svíma.
- Nei, ikki enn, var Beinta Tausen skjót at svara.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 30.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 90.000 krónur. Hon ivaðist eitt bil, men segði so:
- Eg haldi, eg royni einaferð aftrat.
Í aðru royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við tvey hevði givið henni 40.000 krónur.
- So, haldi eg, at eg royni einaferð aftrat, segði Beinta Tausen, sum soleiðis eisini brúkti sín triðja og seinasta møguleika at fáa fatur í tí góða vinninginum.
Í triðju royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld. Men, hon var als ikki vónsvikin.
- Tað var fantastiskt, segði Beinta Tausen, sum takkaði fyri góða vinningin í gekka-spælinum í kvøld.