Tað sigur Viljormur Davidsen, sum seinnipartin fór við flogari úr Føroyum til Danmark, og sum tí ikki verður við í fótbóltslandsdystinum millum Føroyar og Danmark á Tórsvølli í annaðkvøld.
Hann og Ári M. Jónsson vórðu settir í sóttarhald fyri koronu, tí teir høvdu verið ov nær onkrum smittaðum og sluppu tí ikki at spæla við í teimum trimum landsdystunum í hesum umfarinum.
– Eg skal helst spæla fyri Vejle týsdagin í steypakappingini, sigur Viljormur Davidsen við in.fo.
Í Danmark eru ikki slíkar reglar um sóttarhald.
Viljormur Davidsen sigur, at tað var ein barnadreymur, sum brast. Hann hevur altíð droymt um at vinna móti Danmark. Men tað varð so av ongum hesaferð, tí hann verður ikki við á liðnum, sum spælir ímóti Danmark á Tórsvølli í annaðkvøld.