Tað var brotsspark til Liverpool

Ella tað sigur Howard Webb

Liverpool vann í kvøld 2-0 á Manchester United í fyrru 1/8 finaluni í Europa League. Daniel Sturridge og Roberto Firmino skoraðu málini. Tað fyrra upp á eitt brotsspark, sum tað kundi kjakast um. Memphis Depay steðgaði Nathaniel Clyne á brotssteigarmarkinum og dómarin dømdi brotsspark.

 

Les eisini:Fýra ítróttarjournalistar tippa

 

- Brotssparkið er rætt dømt. Hann byrjar at halda í Liverpool spælaranum uttanfyri brotsteigin, men heldur í honum inn í brotsteigin og fellur hann, sigur fyrrverandi toppdómarin, Howard Webb við enskar miðlar.

 

Liverpool skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, og helst skuldu teir havt skorað fleiri. David De Gea spældi ein góðan dyst í málinum hjá Manchester United. Returdysturin verður um eina viku.

 

Aðrastaðni vann Borussia Dortmund heili 3-0 á Tottenham. Marco Reus skoraði tvey av málunum. 

 

Europa League 1/8 finalur:

Basel 0 - 0 Sevilla

Borussia Dortmund 3 - 0 Tottenham Hotspur

Fenerbahce 1 - 0 Braga

Shakhtar Donetsk 3 - 1 Anderlecht

Athletic Bilbao 1 - 0 Valencia

Liverpool 2 - 0 Manchester United

Sparta Prague 1 - 1 Lazio

 

Villarreal 2 - 0 Bayer Leverkusen