Ongin Ólavsøka uttan Ólavsøkurenning. Startskotið til árligu rennikappingina verður mánadagin 27. juli klokkan 18.30.
Sum vant verða karmarnir um renningina niðri á Skálatrøð, har umstøðurnar at renna eru sera góðar, og harafturat gera umstøðurnar tað sera áskoðaravinaligt at koma at hyggja eftir renningini, sigur rennifelagið Bragdið í tíðindaskrivi.
Renniteinurin hjá teimum vaksnu er fimm kilometrar. Hjá børnum eru teinarnir deildir upp í ymsar aldursbólkar. Teinarnir hjá børnum liggja á 430-1300 metrar.
Tað ber til at melda seg til kappingina á heimasíðuni renn.fo.