Tað stendur illa til í Fuglafirði

B36 takkaði av álvara fyri seinast og fór við 5-0 sigri úr Fløtugerði

Tað eru bara 11 dagar síðani, at fuglfirðingar stóðu á Tórsvølli og iðraðu seg um, at tað var endað 2-2, tí tá vóru teir frammanfyri 2-2, inntil tað restaðu 19 minuttir.

 

Sunnudagin tapti ÍF 5-1 á útivølli ímóti Víkingi, og í dag var heilt galið á heimavøllinum í Fløtugerði.

 

B36 var gestur, og á B36 hugburðinum sást beinanvegin, at talan fór ikki at verða um spenning.

 

-Vit høvdu nakað at prógva eftir tvey ikki góð úrslit. Tá ið 12 minuttir vóru farnir, vóru vit frammanfyri 2-0. Mál broyta dystir, men hóast vit vóru frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik, so vóru vit ikki nøgdir við spælið. Vit avgjørdu, at tað var neyðugt at økja um leiðsluna, og tað eydnaðist. Vit vita væl, at tað hevur ikki gingið nóg skjótt fyri seg hjá okkum. Tað gjørdi tað í dag, og tað skal tað eisini gera næstu ferðirnar. Um tað eydnast, so havi eg gott mót, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Bjarki C. Nielsen og Benjamin Heinesen skoraðu beinanvegin, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki økti Andrass Johansen um munin til 3-0.

 

Tá ið ein tími var farin, varð Benjamin Heinesen tvífaldur málskjútti. Magnus Holm Jacobsen átti uppleggið, og 18 minuttir undan leikloki staðfesti Tobias Christensen 5-0 sigurin við brotssparki.

 

-Teir vóru frammanfyri 2-0, tá ið stórir 10 minuttir vóru farnir, og tað kostaði mentalt. Vit høvdu onkran góðan møguleika at svara aftur, men vit tóku ikki av, og so vóru vit langt frá tí, sum vit høvdu ætlað, sigur ÍF venjarin Ólavur Larsen.

 

 

 

ÍF – B36 0-5 (0-3)

 

0-1: Bjarki C. Nielsen

 

0-2: Magnus Holm Jacobsen

 

0-3: Andrass Johansen

 

0-4: Benjamin Heinesen

 

0-5: Tobias Christensen br