Tað var fult umfar í Betri deildini hjá kvinnum í dag, og tað lagaði seg væl hjá KÍ, sum er ósigrað topplið í sera spennandi kapping. Annað er, at tær úr Klaksvík vunnu trivaligan sigur, og hitt er, at allir avbjóðararnir í spennandi kappingini um FM spældu javnt.
Tað hevur verri enn so gingið so væl at skora mál hjá KÍ í ár, sum tað plagar at gera, og soleiðis var tað eisini leingi ídag.
KÍ var aftanfyri í Sørvági inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Bettieyð Ellingsgaard legði 07 Vestur á odda, tá ið stórt korter var farið, og tað eydnaðist ikki favorittunum úr Klaksvík at javna fyrr enn í 67. minutti. Malena Olsen javnaði, og so glapp tað hjá KÍ, sum síðstu 18 minuttirnar skoraði fýra mál. Innskifta Eyðvør Klakstein legði KÍ framum 2-1, níggju minuttir seinni økti Tóra Mohr um munin til 3-1, og í síðstu løtu øktu Jórun Najma Patawary og Malena Josephsen um munin til 5-1.
KÍ er topplið við 23 stigum, og á næstu plássunum eru EBS/Skála við 21 stigum, NSÍ við 20 stigum, HB við 18 stigum og Víkingur við 17 stigum.
Í Gundadali endaði tað 1-1 millum HB og Víking. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og tað eydnaðist ikki HB at fáa nyttu úr, at HB í meiri enn ein hálvan tíma spældi 11 ímóti 10, tí landsliðsspælarin á miðvøllinum hjá Víkingi, Jensa Tórolvsdóttir, í 56. minutti sá reyða kortið.
Eisini við Margáir, har EBS/Skála hevði vitjan av NSÍ, endaði tað 1-1. NSÍ var frammanfyri, tá ið tað var hálvleikt, men eitt lítið korter eftir steðgin vóru tær í NSÍ so óhepnar at gera sjálvmál, og so endaði tað 1-1.
Hóast tað var farin meiri enn ein hálvur tími, tá ið B36 fekk hol á ímóti AB/B71, sum átti heimavøll á Argjum, so vann B36 tryggan 3-1 sigur. Heimaliðið pyntaði um, tá ið tað restaðu fýra minuttir.
EBS/Skála – NSÍ 1-1 (0-1)
0-1: Maria Vinjardsdóttir Johansen 36.
1-1: Sjálvmál 58.
07 Vestur – KÍ 1-5 (1-0)
1-0: Bettieyð Ellingsgaard 16.
1-1: Malena Olsen 67.
1-2: Eyðvør Klakstein 72.
1-3: Tóra Mohr 81.
1-4: Jórun Najma Patawary 89.
1-5: Malena Josephsen 94.
HB – Víkingur 1-1 (1-1)
0-1: Hanna Isaksen Højgaard 16.
1-1: Sara Samson Lamhauge 44.
AB/B71 – B36 1-3 (0-1)
0-1: Bára S. Magnussen 33.
0-2: Jacoba Langgaard br 58.
0-3: Victoria Ottarsdóttir í Funningsstovu 63.
1-3: Sjálvmál 86.
KÍ | 11 | 6 | 5 | 0 | 24 | 7 | 23 |
EBS/Skála | 11 | 6 | 3 | 2 | 24 | 11 | 21 |
NSÍ | 11 | 6 | 2 | 3 | 34 | 20 | 20 |
HB | 11 | 5 | 3 | 3 | 29 | 14 | 18 |
Víkingur | 10 | 5 | 2 | 3 | 31 | 15 | 17 |
B36 | 11 | 5 | 1 | 5 | 25 | 24 | 16 |
07 Vestur | 10 | 2 | 0 | 8 | 12 | 32 | 6 |
AB/B71 | 11 | 0 | 0 | 11 | 6 | 62 | 0 |
Máltindurin
Heidi Sevdal NSÍ 14
Hervør Olsen KÍ 13
Lea Lisberg EBS/Skála 11
13. umfar
Leygardagin 7. august
EBS/Skála – HB
07 Vestur – Víkingur
B36 – NSÍ
AB/B71 – KÍ