Tað snýr seg um arbeiðspláss!

Allur heimurin liggur fyri tínar føtur, siga vit. Hetta passar í dag meiri enn nakrantíð.

Allur heimurin liggur fyri tínar føtur, siga vit. Hetta passar í dag meiri enn nakrantíð.

 

Í dag verður okkara tjóð, sum ongantíð áður, ávirkað av heiminum. Kappingin um føroyska arbeiðsmegi er stór, men skipa vit okkara samfelag rætt, kann tað geva møguleikar bæði at varðveita og skapa arbeiðspláss í Føroyum - og samstundis hava allan heimin sum marknað.

 

Vit eru so heppin at hava eitt vinnulív, ið er sera dugnaligt at laga seg til tær broytingar, sum støðugt henda ímillum Føroyar og umheimin. Men okkara skylda er at skapa vinnuni bestu karmar og møguleikar fyri at kunna kappast á jøvnum føti við onnur.

 

Tað eigur altíð at vera málið at skapa kappingarførar karmar, so arbeiðsplássini eru í Føroyum og ikki, sum vit nú síggja, til dømis í Týsklandi.

 

Tí hevur fríhandilsavtalan við ES okkara fyrstu raðfesting. Javnaðarflokkurin fer at leggja alla orku í at fáa hesa avtalu uppá pláss. Tí tað snýr seg um arbeiðspláss í Føroyum!

 

Mugu hugsa langt fram

Tørvurin hjá vinnuni á góðum handilsavtalum røkkur víða, til dømis til Russlands, USA og Kina. Kina hevur ein skjótt vaksandi búskap, og í dag hava 500 miljónir kinesarar ráð at keypa laks fyri ein góðan prís. Hetta talið veksur alsamt.

 

Av tí, at vit eru eitt lítið land, er ikki altíð lætt at fáa avtalur við stór lond í lag. Tí mugu vit brúka øll sambond - eisini tey, ið ríkisfelagsskapurin gevur. Vit eiga at seta stóra orku av til samráðingararbeiðið.

 

Vit mugu hugsa langt fram, vita hvørjum vit fara eftir og gera tað miðvíst. Tí eigur landsstýrið saman við bæði útflutningsráðnum og vinnuni at orða eina strategi fyri, hvussu vit styrkja okkara handilssambond við útheimin. Eina strategi, ið røkkur 10-20 ár fram.

 

Blind høna finnur eisini korn, verður sagt.

 

Men tað er alneyðugt, at vit ikki lata tilvildina ráða í hesum máli. Vit mugu fara við fullari megi og opnum eygum út í heimin, sum liggur fyri okkara føtur.

 

Tí tað snýr seg um arbeiðspláss !

 

 

Eyðgunn Samuelsen