Tað snýr seg ikki bara um fisk

Skulu Føroyar forða fyri, at tey nýútbúnu ungu ikki fara av landinum, er neyðugt við nýggjum vinnum og røttu umstøðunum

- Vit eru noydd til at víðka arbeiðsmarknaðin. Tað snýr seg ikki bara um fisk, og tí eiga vit at gera pláss fyri nýggjum, øðrvísi útbúgvingum og nýggjum vinnum.

 

Soleiðis segði Justinus Ejdesgaard, tá hann fríggjadagin fríggjadagin saman við Una H. Johannesen og Selmu Herup mannaði panelið í seinnapartssendingini á Rás2, har eitt av evnunum var hvørt vit útbúgva føroyingar til útlandið ella ikki.

 

- Eg haldi, at vit skulu tora betur at brúka tey nýútbúnu fólkini og skapa røttu umstøðurnar til tey, tí tað hevur mann ikki torað nóg væl higartil, segði Uni H. Johannesen.

 

Fyri at forða gongdini, har tey nýútbúnu fara av landinum, eru fleiri møguleikar, helt panelið. Til dømis er eigur tað at vera lættari at vera íverkseti.

 

- Íverksetarar eiga at hava betri sømdir. Tað er torført at fara í gongd við sítt egna, tí sum nýútbúgvin í Føroyum hevur tú ikki møguleika at fara í ein A-kassa, eins og tú kanst aðrastaðni. Tí er kanska lættari hjá nýútbúnu føroyingunum at fara uttanlands, segði Selma Herup.

 

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.

 

Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið.