- Tað skal aftur verða feitt at vera ungur í Havn! Tað sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn, og forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Á fíggjarlógini í ár hevur Tórshavnar býráð sett 500.000 krónur av til ungdómstiltøk av ymsum slagi og Helena Dam á Neystabø sigur, at nú fer sjøtul at vera settur á. Her er talan um tey ungu í aldursbólkinum frá 14-17 ár, sum annars eru mestsum húsvill í Havnini um kvøldarnar.
- Hetta er ein aldursbólkur, sum kanska er blivin ov vaksin at hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini, men, sum hinvegin er ov ungur til tað vanliga býarlívið um kvøldarnar og næturnar, sigur hon.
Forkvinnan í mentanarnevndini vísir á, at Tórshavnar Ungdómsráð hevur víst á, at tað er stórur tørvur á ymiskum tiltøkum fyri tey ungu í Tórshavn. Her verður hugsað um dans, DJ-kvøld, kjakfundir og ymisk onnur, spennandi tiltøk, sum kunnu menna skapandi evnini hjá teimum ungu. - Eisini ung í Nám X, sum er 10. flokkur í Tórshavnar kommunu, hava víst á, at tað er alt ov keðiligt at vera ungur í Havn, og at umstøðurnar hjá ungdóminum at seta dám á egið frítíðarlív hava verið ov vánaligir.
- Tá ið Tórshavnar Kommuna setti samskipara til Reinsaríið og Perluna, varð avgjørt, at uppgáva hjá samskiparanum skuldi eisini vera at skipa fyri ungdómstiltøkum, eitt nú í vikuskiftunum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at ætlanin er, at nakrar ferðir um árið skal tað verða skipað fyri stórum tiltøkum fyri tey 14-17 ára gomlu í onkrari stórari ítróttarhøll. Men hvørt vikuskifti verður eisini skipað fyri tónleikatiltøkum í Perluni fyri ung í hesum sama aldursbólki. - Tað verða sjálvsagt rúsfrí tiltøk, og skipað verður eisini fyri eftirliti og góðari fyriskipan, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Møguleiki skal eisini vera fyri at skipa fyri øðrum áhugaverdum og spennandi tiltøkum í eitt nú Perluni, eitt nú kjakfundum, fyrilestrum og fundarvirksemi, sigur forkvinnan í mentanarnevndini.
|









