Enn hava hvørki SAS ella Logan Air fingið loyvi at flúgva til Føroya
– Tað var ætlanin, at málið um flogloyvið til SAS skuldi koma fyri á landsstýrisfundi í gjár, men vit blivu ikki liðug við viðgerðina fyri fundin.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum varðar av almenna flogfelagnum Atlantsflog.
Hann sigur, at bæði umsóknin frá SAS og frá Logan Air verða viðgjørdar á landsstýrisfundi næsta mánadag, so verður loyvini avgreidd frá føroyskari síðu.
Tað eru danskir loftferðslumyndugleikar, sum skulu geva feløgunum loyvi – men tað tað skal vera í samráð við landsstýrið.
– Báðar umsóknirnar skulu viðgerðast væl og virðiliga. Tey skulu nokk fáa loyvi at flúgva, men vit mugu viðgerða málini soleiðis, at SAS ikki við fyrimuni kann til dømis loypa á Atlantsflog. Tað skal sjálvandi vera upp á fair treytir, sigur Poul Michelsen.
Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at vit skulu hava kapping á flogøkinum.
– Men tað skal vera jøvn kapping, og ikki kapping um at undirgrava ein búskap, sigur hann.
Poul Michelsen vísir á, at ójavni er á økinum millum føroysk og donsk flogfeløg.
– Atlantsflog kann til dømis ikki flúgva ímillum tvey punkt í Evropa. Tað kann SAS gera, vísir hann á.
Poul Michelsen leggur tó dent á, at tað ikki eru danir, sum eru orsøk til hesa ójøvnu kappingina í Evropa. Hetta er eitt mál hjá ES, sum Danmark er partur av.
– Vit kunnu sjálvandi ikki steðga SAS í at flúgva til Føroya, men vit mugu taka hædd fyri kappingini. Tað er rætt, at eg havi bæði ábyrgd fyri Atlantsflog, fyri Vága Floghavn og fyri samferðsluni. Men eg má tryggja mær, at slík flúgving til Føroya, sum tann hjá SAS og hjá Logan Air, ikki bara verður ein løtuvinningur hjá teimum.
– Tað er sjálvsagt, at Atlantsflog má bjóða seg fram og taka lut í kappingini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum væntar, at flogloyvini hjá SAS og Logan Air verða avgreidd í næstu viku.