Tað skal altíð loysa seg at taka eitt eyka tak

Tað er umráðandi, at tað altíð kann loysa seg at arbeiða - antin tað er á almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum. Eg kann nevna tvey dømi, har tað illa loysir seg at taka eitt eyka tak:

 

 

 

Eldraøkið

 

Um vit taka eldrarøktina sum dømi, so skríggjar tað økið eftir arbeiðsmegi.

 

 

 

Vit skulu tí arbeiða fyri einari skattaskipan, ið ger tað munandi meiri lokkandi at taka eitt eyka tak - og sum ikki køvir hugin at arbeiða! Sambært ásetingarlógini skal ársinntøkan bara fara yvir 330.000 kr. ella 27.500 kr. um mánaðin, áðrenn ein persónur rindar tað næsthægsta skattaprosentið í landsskattinum.

 

 

 

Ítøkiliga merkir tað, at tað illa loysir seg hjá starvsfólkum innan eitt nú eldrarøkið at taka eitt eyka tak við at átaka sær eyka vaktir og arbeiða skeivar tíðir, tí tá fara tey skjótt yvir tær 27.500 kr. í meðal um mánaðin. Tað ber einfalt ikki til, at vanligir løntakarar rinda nakað, ið man kann kalla toppskatt.

 

 

 

Av tí at kommurnar hava yvirtikið eldraøkið, dagstovnaøkið v.m., so áttu land og kommunur saman arbeitt um eina skattaskipan, har kommunali botnfrádrátturin verður hækkaður, og landsskattastigin tillagaður soleiðis, at borgarin sleppur at varðveita munandi meiri av síni egnu løn. Tað fer at stimbra áhugan at arbeiða.

 

 

 

Fólkapensjónistar skulu ikki mótroknast í viðbótini!

 

Sum flestum kunnugt lækkaði CEF-samgongan grundarupphæddina í fólkapensjónini, soleiðis at pensjónistar skjótari blivu mótroknaðir í skattskyldugu viðbótini, um teir høvdu eina inntøku við síðurnar av fólkapensjónini. Hetta fekk Sambandsflokkurin tó rættað í sitandi samgongu, men tað er ikki nokk!

 

 

 

Nógvir pensjónistar hava bæði hug og heilsu til at arbeiða eftir pensjónsaldur, og nógv teirra sita inni við einari stórari vitan og royndum, ið eru dýrabarar fyri okkara samfelag.

 

 

 

Vit síggja eisini, at livialdurin er støðugt hækkandi, og at almenni fráfaringaraldurin økist við jøvnum millumbilum.

 

 

 

Tí er tað als ikki rætt, at fólkapensjónistar skulu missa viðbótina, um teir ynskja at taka eitt eyka tak fyri samfelagið. Tað eigur at vera soleiðis, at allir pensjónistar skulu kunna arbeiða uttan at verða mótroknaðir í viðbótini. Tað fer at økja um arbeiðsútboðið, skapa inntøkur til landið og kommunur og samstundis skapa eina virðiligari tilveru til teirra, ið hava hug, hegni og heilsu at taka eitt eyka tak eftir pensjónsaldur.

 

 

 

Harumframt er tað soleiðis í ES-londum, at tað er forbjóðað at hava fráfaringaraldur í starvssáttmálum, tí tað kemur undir aldursdiskriminatión. Tílíkt bann móti aldursdiskriminatión meti eg avgjørt eisini, at vit skuldu sett í gildi í Føroyum, so starvsfólk ikki frammanundan kunnu sigast úr starvi, bara tí tey røkka ávísan aldur.

 

 

 

Tílíkt bann móti aldursmismuni samsvarar helst eisini við meginreglur hjá Sameindu Tjóða, um ikki at gera mismun á fólki vegna aldur.

 

 

 

Tað skal altíð loysa seg at arbeiða - og í Føroyum hava vit brúk fyri øllum!

 

 

 

Michael Koba

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið