Tað sær svart út hjá Sjálvstýri at endurvinna tingsessin. Nú bara Argir eru eftir at telja, hevur Sjálvstýrið fingið slakar 900 atkvøður. Tað krevjast einar 1050 – 1100 atkvøður fyri at fáa tingsess og sostatt mangla einar 150 – 200 atkvøður. Á Argjum fekk Sjálvstýri 15 atkvøður á Argjum, so tað skal eitt undur henda, vissi Sjálvstýri skal varðveita sín tingsess