- Hetta er eggjandi og styrkir okkum í trúnni upp á, at tað ber til at fáa annan fólkatingssessin.
Høgni Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, er bjartskygdur, eftir at Sosialurin kunngjørdi eina veljarakanning týskvøldið í sambandi við Fólkatingsvalið.
Veljarakanningin gevur Tjóðveldi 20,6 prosent av atkvøðunum, og tað er ein framgongd upp á 1,3 prosent síðani seinasta fólkatingsval, tá ið flokkurin fekk 19,3 prosent av atkvøðunum.
Men serliga er talan um eina stóra framgongd síðani seinastu veljarakanning, sum var gjørd í apríl í ár, og har Tjóðveldi fekk 17,2 prosent av atkvøðunm.
- Tað vísir, at tað ber til at flyta atkvøður og nú skulu bara nakrar heilt fáar hundrað atkvøður flytast yvir á okkum, so fáa vit annan fólkatingssessin, sigur Høgni Hoydal.
- Hetta verður eitt val ímillum at velja tvey umboð á fólkating, sum binda okkum fastari at Danmark, ella um vit skulu velja eitt umboð á Fólkating, sum fer at virka fyri, at avgerðarrætturin í øllum málum, verður fluttur heim til Føroya.
- Onkur flokkur vil ikki ”avvikla” ríkisfelagsskapin, sum tey málbera seg, Tey vilja ”útvikla” hann, siga tey. Men tað einasta, tey í veruleikanum gera, er at ”innvikla” okkum í danska og í ES lógir og reglur, sum vit onga ávirkan hava á, sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Næstu tíðina verða stórar avgerðir tiknar, sum fáa stóra ávirkan á Føroya. Hann vísir eisini á, at Danmark gevur meiri og meiri vald frá sær til ES. Hann vísir á, at í næstum skulu avgerðir takast um borgaraskap, og kanska eisini um gjaldoyra og peningaviðurskifti, og hetta eru alt mál, sum fáa stóra ávirkan á einstaklingar og vinnulív í Føroyum.
Høgni Hoydal ásannar, at tað hevur mangan verið tórført at fáa sjálvstýrishugaðar føroyingar á val, og tí leggur hann eisini dent á at øll fara á val, tí hetta verður eitt val, sum stendur ímillum tey rák, har annað fer at knýta okkum tættari at Danmark og ES, og har hitt fer at virka fyri, at vit sjálvi skulu avgera okkara egnu viðurskifti.
Hann ásannar eisini, at ein vansi er, at sjálvstýrisatkvøðurnar verða spjaddar á fleiri flokkar.
- Tess meiri, sjálvstýrisfólk savna sína atkvøðu um ein flokk, tess størri eru sannlíkindini fyri at tað ber á mál, sigur Høgni Hoydal.