Tað sá ógvusligt út

- Tað var heppið, at størri skaði ikki stóðst, tá byggipallurin datt út frá og hoknaði í illveðrinum, sigur Eyðfinn Guttesen.

Tað sá eitt sindur ógvusligt út, tá stóri byggipallurin, sum stóð upp eftir elevatortorninum á Hotel Hafnia líka sum datt út frá og hoknaði í storminum tíðliga leygarmorgunin.

 

Eyðfinn Guttesen, sum hevur ábyrgd av hesum arbeiði fyri byggifelagið Articon, sigur, at sjálvur byggipallurin hevur fingið nakað av skaða, men at skaðin á hotellið er so gott sum eingin.

 

Heldur ikki stóðst skaði á aðrar bygningar ella ognir í umhvørvinum.

 

- Tað var byggipallurin, ið stóð um sjálvt elevatortornið, sum datt út frá og hoknaði. Hesin var umleið 18 metrar høgur og sjey metrar breiður.

 

Eyðfinn Guttesen vísir á, at altanin fekk nakað av skaða, men at eingir aðrir skaðar vóru av týdningi.

 

- Tað var av ringasta veðri leygarmorgunin, men tað var heppið, at størri skaði ikki stóðst av hendingini, sigur arbeiðsformaðurin hjá byggifelagnum Articon.