- Mann kann ikki skjóta og koyra bil í senn, tín ged!
Við hesum slagorðunum hevur Ráðið Fyri ferðslutrygd enn einaferð gjørt eitt stuttan film og hesa fer er gáloysni evni í filminum.
Hetta er triði filmurin, Ráðið Fyri ferðslutryg ger í Røðini "Ránið" og filmarnir liggja á youtube.
- Gáloysni er orsøkin til triðjuhvørja ferðsluvanlukku, sigur Brynhild Høgnadóttir, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Endamálið við nýggja filminum er at fáa ungfólk at taka bilkoyring í størsta álvara.
- Tað gera vit ikki, tá ið vit sms’a, eta, tosa í fartelefon … ella skjóta samstundis sum vit koyra bil, sigur hon.
Filmurin er bersøgin, men er ikki moraliserandi fremstifingur.
- Ístaðin tosar filmurin sítt egna mál, ið ungdómurin skilur. Og endin er rættiliga harðmøraður.
Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at gáloysni er orsøk til nógvar ferðsluvanlukkur.
- Kanningar vísa, at gáloysni er avgerðandi orsøkin til 30 prosent av øllum ferðsluvanlukkum.
- Her verður hugsað um at brúka fartelefon, GPS-útgerð, at eta, drekka og roykja ella at leita ymiskum.
Koyrir tú 80 kilometrar um tíman, og hyggur eftir telefonini í bert fýra sekund, hevur tú longu koyrt 89 metrar í blindum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Ein bólkur, av ungum, sum Ráðið Fyri ferðslutrygd hevur spurt, vísir, at tey ungu halda seg kunna koyra bil samstundis sum tey tosa í telefon, eta, drekka, roykja, tosa við síðumannin ella skifta tónleik.
Tó halda tey, at tað ringasta er at skriva skrivar sms ella speglar sær, meðan ein koyrir.
Trýst á pílin fyri at síggja filmin.