– Tað ringasta er at missa álitið

– Eg kann liva við at hava mist alla mína uppsparing, men tað ringasta er at hava mist álitið á bankarnar, sigur Sólborg Dulavík, sum eisini tapti í Landsrættinum

– Eg kann liva við at hava mist alla mína uppsparing, men tað ringasta er at hava mist álitið á bankarnar, sigur Sólborg Dulavík, sum eisini tapti í Landsrættinum.

 

Avgerðin um at flyta uppsparingina úr BankNordik yvir í sonevnd ”trygg partabrøv” í Kaupthing Banka í Føroyum hevur fylgt Sólborg Dulavík sum ein marra síðstu nógvu árini.

 

Pengarnir, tilsamans 288.000 krónur, vórðu fluttir í 2006, og í gjár varð eitt punktum sett fyri málið, tá Eystari Landsrættur feldi dóm í drúgva rættarmálinum millum Sólborg Dulavík og Eik Banka, sum í 2008 yvirtók Kaupthing í Føroyum.

 

Tveir dómar eru fyrr feldir í Føroya Rætti. Poul Michelsen vann í sínum máli, tí Føroya Rættur dømdi Eik Banka at endurrinda honum 318.000 krónur, tí Eik Banki ikki ávaraði hann, tá Lehamnn Brothers var farin at ridla og seinni fór á heysin. Men landsrætturin kom til aðra niðurstøðu.

 

– Landsrætturin staðfestir, at Lehmannbankin var høgt rataður á sumri í 2008, sjálvt um bankin fór á heysin seinni, tí er ikki talan um skeiva ella villleiðandi ráðgeving, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur hjá Eik Banka um dómin.

 

Hitt málið er sakarmálið, sum Sólborg Dulavík tapti í Føroya Rætti. Tann dómin kærdi hon til Landsrættin, og har fekk hon heldur ikki viðhald.

 

– Her staðfestir Landsrætturin, at Eik Banki hevur ikki ábyrgd av tí ráðgeving, sum bleiv veitt av Kaupthing Banka, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.

 

Fyri Sólborg Dulavík merkir dómurin í Eystara Landsrætti, at hon endaliga hevur mist alt álit á bankarnar. Hon setti sum nevnt sínar pengar í trygg virðisbrøv uttan váða. Og hon helt, at ábyrgdin fyri hesa ráðgeving fylgdi við, tá Eik Banki yvirtók virksemið hjá Kaupthing í Føroyum.

 

– Eg havi fullkomiliga mist álitið á bankarnar. Dómurin merkir, at tú kanst ikki taka nakað fyri fult, og tað ørkymlar meg og ger meg ótrúliga kedda, sigur Sólborg Dulavík.

 

Sólborg Dulavík heldur at politikararnir hava skyldu til at rudda upp í bankaheiminum, soleiðis at tílíkt ikki hendir aftur.

 

– Tað má ikki bera til at selja ”trygg virðisbrøv”, sum ikki eru trygg kortini. Og tað má heldur ikki bera til at yvirtaka virksemi, uttan at yvirtaka ábyrgdina av tí ráðgeving, sum liggur til grund fyri hesum virksemi, sigur Sólborg Dulavík.

 

Sjálv metir Sólborg Dulavík seg ongan møguleika hava at fara í Hægstarætt við málinum.

 

– Men finni eg ein ríkan sponsor, so fari eg allan vegin, sigur Sólborg Dulavík.

 

Hoyr samrøðu við Sólborg Dulavík við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini: Poul Michelsen misti 318.000 krónur

 

Hoyr samrøðu við advokatin hjá Eik Banka við at TRÝSTA HER.