Vinkonurnar Poulina Øregaard og Rakul Beinirsdóttir Poulsen úr Klaksvík hava í kvøld leita sær á Gøtusand, har tær njóta tónleikin og stemningin áðrenn farið verður til arbeiðis um vikuskiftið.
- Vit hava keypt okkum eina dagsbillett, tí um vikuskiftið eru børn og arbeiði á skránni. Her er annars mega gott at vera. Vit hava verið og lurtað eftir ein av okkara vinmonnum, Hans Andrias, og rest er tað reina hygg.
Hóast tær eru væl nøgdir við festivalin, so er tað sum klaksvíkingar eitt, ið tær hava hug at finnast at.
- Tað er deiligt at uppliva stemningin, framførslur og bara at hava frí eina løtu, men vit hava tó eitt at fýlist á. Tað er ein gøla, at man einans kann keypa Okkara. Vit sakna eina veðr frá Føroya Bjór.