Hann hevur kanska ikki borðreitt fyri teimum kongaligu, men hann hevur borðrætt fyri forsætisráðharrin og hann hevur borðreitt fyri ráðharrum. Og í morgin hátíðarheldur hann, tey nú hava verið virkin í samfull 50 ár.
Tað er gitna matstovan, Muntra, í Fuglafirði, sum fyllir 50 í morgin. Tað var Petur Mohr, sum fór undir virksemi, men seinastu nógvu árini er tað Poul Rustin, sum hevur rikið hana.
Hesa tíðina hevur hann borðreitt fyri høgum sum lágum og serliga er tað ein rættur, sum hann serliga er kendur fyri.
Í tíðindunum á FM1, greiddi einsøgufróur Poul Rustin frá hesum árunum og um, hví Muntra er ein av teimum matstovunum í landinum, sum hava hildið longst á. Tað fyrsta, sum krevst, er treiskni og so gongur tað heldur ikki at hava eina óða konu heima, segði hann.
Trýst á leinki niðan fyri og hoyr hann greiða frá hesum árunum, sum kokkur í Fuglafirði.
Poul · 2021 - 05 - 05 - Poul Rustin