Tað mesta í trý ár

Talið av føroyingum, sum eru til arbeiðs er nú tað hægsta í trý ár

Talið av føroyingum, sum eru til arbeiðs er nú tað hægsta í trý ár.

Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.

 

Hon staðfestir, at framgongdin í talinum á løntakarunum heldur fram.

- Í mars vóru 23.909 løntakarar í Føroyum og tað er tað mesta í meira enn trý ár.

Tað hava ikki verið yvir 24.000 løntakarar síðan oktober 2010, sum var tíðarskeiðið beint áðrenn stóru húsagangirnar í fíggjar- og fiskivinnuni.