Tað mangla yvir 50 læknar í Føroyum, skal heilsuverkið í Føroyum vera á sama stigi sum í hinum norðurlondunum.
Tað sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya. Felagið hevur viðgjørt støðuna í heilsuverkinum og áheitanin á politiska myndugleikan er ikki at misskilja.
- Myndugleikin má taka støðu til, hvat fyri heilsuverk, vit skulu hava í Føroyum.
- Føroyar eru smáar hóast vit bara høvdu eitt sjúkrahús og vit sleppa tí ikki undan at taka støðu til, um vit skulu gerast ein tættari partur av onkrum útlendskum heilsuverki, ella um vit skulu ganga okkara egnu leiðir.
- Tá vit taka hesa støðu, er neyðugt at gera okkum púra greitt, hvørji mið og mál vit skulu hava fyri heilsuverkinum.
- Spyrja vit fólk, um tey vilja hava eitt heilsuverk, sum er á á sama stigi sum tað í hinum stóru Norðurlondunum, ella um vit skulu klára okkum við eitt heilsuverk á sama stigi sum tey fjarskotnu búplássini í arktiska økinum, er svarið helst greitt: Tey vilja hava sama heilsverkstænastur, sum tey í Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo, Stockholm og Helsinki fáa, sigur Læknafelagið.
- Vilja politisku myndugleikarnir ikki tað, er at siga tað hart og týðiligt, at teir hava tikið avgerð um, at vit skulu hava eina vánaligari tænastu í Føroyum fyri at spara pengar á heilsuøkinum, tí vit heldur vilja brúka pengarnar til onnur endamál.
- Lata vit standa til, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum, og í miðlum, fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni.
- Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er um føroyingar vilja gjalda tað, sum tað kostar. Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum, og minkandi parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum hevur verið brúktur til heilsuverkið, er ein vandamikil gongd. Læknafelag Føroya fer tí at ávara í móti hesi gongdini. Læknatrotið í føroyska heilsuverkinum ger, at føroyingurin fær minni og minni ágóða av teimum frambrotum, sum læknavísindin ger úti í heimi, sigur Læknafelagið.
Men vilja politikarar hava eitt framkomið heilsuverk, mugu teir taka avgerðirnar eftir tí, og tað kostar pengar.
Læknafelagið sigur, at tilsamans mangla einir 50 læknar í Føroyum.
Tilsamans eru útreiðslurnar til øll hesi størvini, einar 50 milliónir krónur um árið. Tað kann partvís fíggjast av tí, sum vit í dag brúka til konsulentar og til viðgerð uttanlands.
- Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 milliónir krónur av um árið til nýggj læknastørv. Hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við, so hvørt skikkaðir umsøkjarar eru til tey umleið fimti størvini, sum okkum mangla.
- Hendan játtan skal ikki brúkast til onnur endamál – og tað óbrúktað fellir við árslok aftur í landskassan.
- Væntandi kunnu vit ikki finna skikkaðar umsøkjarar til hesi størv beinan vegin, men tá ungfólk úti í heimi frætta, at tað er peningur tøkur til hesi størv, fara tey væntandi og vónandi at seta sær sum mál at koma heima aftur at virka, tá tey eru búgvin til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum – og tá eru tey flestu vanliga í aðru helvt av tríatiárunum.
- Fáa tey ikki hendan møguleikan í eygsjón skjótt eftir loknan lestur, er vandi fyri, at vit –føroyska samfelagið – missa tey og at tey heldur ríka onnur samfeløg við teirra evnum og førleikum.
Les alt skrivið frá Læknafelagnum við at trýsta á skjalið undir lýsingini niðanfyri: Læknar rópa varskó.