Tað liggur til høgrabeinið hjá NSÍ

Albert Ellefsen og ÍF hava ikki annað enn æruna at spæla fyri í síðstu avbjóðingini áðrenn skilnaðin

Støðutalvan sigur, at tá ið bólturin fer á rull tíðliga seinnapartin liggja europeisku atgongumerkini hjá NSÍ. Avbjóðararnir eru EB/Streymur og KÍ, sum hittast við Margáir. Um NSÍ vinnur fulla úrtøku ímóti ÍF, so verða europeisku atgongumerkini verandi við Løkin. Um tað endar við javnleiki bæði við Løkin og við Margáir, so varðveitir NSÍ europeiska plássið. Um NSÍ ikki vinnur og annað liðið vinnur í Streymnesi, so verður tað vinnarin í Sundalagnum, sum strýkur avstað við europeiska plássinum.

Setningurin hjá Trygva Mortensen er at lyfta NSÍ liðið aftur eftir lítið sannførandi avrikið í Gundadali síðsta sunnudag, tá ið HB vann 3-0. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir.

ÍF er og verður nummar sjey. Tað er vónbrot sammett við í fjør, tá ið tað endaði við silvurkrónunum. Í gjár frættist, at tað verður ikki Albert Ellefsen, sum næsta kappingarár fer at hava ábyrgdina í Fuglafirði næsta kappingarár.

Tølini siga, at tað oftast er tætt, tá ið talan er um oyggjauppgerð millum NSÍ og ÍF. Fyrr í ár endaði tað 2-2 við Løkin, meðan ÍF vann 2-1 á heimavølli.

Í fjør vunnu liðini hvønn sín heimadyst – NSÍ 3-2 og ÍF 3-1 – og eina ferð endaði tað javnt – 3-3 í Fuglafirði.