Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp á vegnum niðan ímóti Norðskálatunlinum. Men løgreglan sigur, at tað kundi gingið heilt galið. Í hesum sambandi er ein bilførari skuldsettur fyri at hava yvirhála óforsvarliga. Í brekkuni niðan ímóti tunlinum royndi ein persónbilur at yvirhála ein treylara – uttan at tryggja sær, at eingin mótkoyrandi ferðsla var.
Og tað var tað, tí ein bilur kom koyrandi oman eftir mitt, sum hin yvirhálaði. Løgreglan sigur, at nú vóru knappliga tríggir bilar, sum skuldi rúmast á koyribreytini og avleiðingin var, at treylarin tók seg so langt til høgru fyri at geva pláss, at hann tók í autoverjuna. Bilurin, sum koma oman eftir, mátti eisini trekkja seg til høgru fyri at sleppa undan samanstoyti.
Løgreglan sigur, at bilførarin, sum yvirhálaði, er skuldsettur og so gongur tað sína gongd. Hetta varð fráboðað beint eftir klokkan 16 seinnapartin í gjár, men tey vita ikki, hvør førarin á tí mótkoyrandi persónbilinum var. Løgreglan sigur, at tey vilja fegin frætta frá honum