Tað kostar yvir 100 føroyingum lívið - um árið

Ein bólkur av serkønum mælir til at seta nógv strangari tiltøk í verk ímóti royking

Royking, og tubbakk sum heild, eru nógv tann fremsta orsøkin til at fáa fáa krabbamein.  Tað vísir ein nýggj donsk kanning. Kanningin vísir, at royking er orsøkin til umleið 15 prosent av øllum tilburðum av krabbameini, verður staðfest í nýggju krabbameinsætlanini, sum nú er løgd fyri landsstýrið.

 

– Tað er vísindaliga staðfest, at royking er tann størsti heilsuvandin í okkara heimsparti. Serliga eru tað børn, og fólk við varandi sjúkum, sum eru í vanda í samband við royking og passiva royking

 

– Tað er neyvt samband ímillum royking og fleiri sjúkur og fleiri av teimum eru deyðiligar. Tær kendastu av sjúkunum eru ymisk sløg av krabbameini, eitt nú í lungunum, í munninum, í hálsinum, í vælindunum, í nýrunum, í bløðruni, í brisinum og í blóðinum.

 

– Sambært heimsheilsustovninum WHO, er royking ein tann fremsta orsøkin til krabbamein og heili 82 prosent av øllum tilburðum av lungakrabba í Evropa standast av royking.

 

Tað er trupult at siga neyvt, hvussu nógv fólk árliga doyggja av royking, men danska Sundhedsstyrelsen metir, at nærstan ein triðingur av øllum andlátum í Danmark er av sjúkum, ið eru elvdar av royking.

 

Tað eru eingi hagtøl fyri, hvussu nógvir føroyingar doyggja av royking um árið. Men frá 2011 til 2020 doyðu 392 fólk í miðal um árið. Verða tey donsku hagtølini umroknað til føroysk viðurskifti, merkir tað, at hvørt ár doyggja einir 130 føroyingar av sjúkum, sum standast av royking.

 

Tær sjúkur og andlát, sum standast av roykitengdum sjúkum, kundu verið fyribyrgd, um fólk ikki royktu, siga tey, sum hava skrivað krabbameinsætlanina. Seinni í dag kunnu tit lesa um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at minka um roykingina í Føroyum.