Tað kostar at kiksa á heimavølli

Í fjør royndist tað ikki altíð so væl hjá Víkingi á heimavølli, tá ið eitt nú AB vann í Sarpugerði

Um FM dreymurin hjá Víkingi skal verða veruleiki, so ber tað ikki til at missa so nógv stig á heimavølli sum í fjør. Tá endaði tað tríggjar ferðir við javnleiki, og tríggjar ferðir fóru gestirnir avstað við øllum stigunum.

 

Í fyrsta umfari kemur AB at vitja Víkingi. Í fjør vann Víkingur fyrru ferðina 1-0, men í seinna dystinum var tað AB; sum vann 2-0.

Í AB vóna tey, at tað fyri fyrstu ferð skal eydnast at vinna pláss millum fimm tey fremstu. Serligur spenningur er um, hvussu tað fer at roynast, nú liðið fyri fyrstu ferð hevur funnið ein rættan álopsspælara. Her verður sjálvsagt hugsað um Jóan Símun Edmundsson, sum fyri tveimum vikum síðani skrivaði undir sáttmála við AB.

-Vit eru væl fyri, og eingin vandi er fyri, at tað skal enda við niðurflyting, tí umstøðurnar eru so nógv betri, enn tær vóru, tá ið vit fluttu niður fyri fýra árum síðani, sigur miðverjin Morten Overgaard, sum hevur verið skaðaplágaður.

 

Í Sarpugerði eru teir bjartskygdir:

-Um vit sleppa undan skaðum og leikbannum, kunnu vit røkka langt, og spæla vit upp til okkara besta, so steðgar eingin okkum, sigur venjarin Sigfríður Clementsen.

 

Í fyrstu atløga verður neyðugt hjá Víkingi, sum mánakvøldið vann stórsteypadystin, at standa seg uttan útisetar, sum tað verður roknað við seinni í summar. Millum hesar eru Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen.

 

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Hjá AB eru miðverjarnir Morten Overgaard og Anders B. Vágsheyg so mikið skaddir, at tað verður roknað við, at teir vera uttanfyri í einar tríggjar vikur aftrat. Miðvallarin Kári Nielsen er leikbannaður, og Mikkjal T. Hentze er vøddaskaddur.