- Tað kemur ikki upp á tal

Bogi Andreasen avnoktar, at nakað fólkafloksvalevni fær bjóðað borgarstjórasessin áðrenn valið.


Havnar Framburðsfelag hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund til býráðsvalið í gjár. Eingin listi er almannakunngjørdur frá fundinum, men greitt er, at hvørt fall ein av sitandi býráðslimum verður at finna á valevnislistanum.
- Eg havi valt at stilla upp aftur til komandi býráðsval, sigur Bogi Andreasen í viðmerking til in.fo.

 


Ein av stóru evnunum áðrenn fundin hevur verið, um støðuna hjá Anniku Olsen. Tað eru fleiri vikur síðani, at tað hoyrdist, at Annika Olsen hevur eitt ynski um at gerast borgarstjóraevni hjá flokkinum, men Bogi Andreasen slær fast, at soleiðis virkar tingini ikki í Havnar Framburðsfelag.

 

- Tað kemur ikki upp á tal, og flokkurin hevur eisini tí støðu, at eingin er borgarstjóraevni fyrr enn valið hevur verið. Eg vænti at øll valevnini hava ein borgarstjóra í búkinum. Tað má vera eitt drívmegi í sær sjálvum at hava tað, sigur Bogi Andreasen og leggur afturat.

 

- Siðvenjan í felagnum er, at fyrstvaldi í flokkinum fyrst fær møguleikan at siga ja til borgarstjórasessin. Tað gangi eg út frá ikki verður broytt. Alt annað góðtaki eg slett ikki, tí øll skulu sleppa at gerast borgarstjóri.