Tað kann vera bæði ólógligt og villleiðandi

Í november eru nógvar útsølur, men tað er skjótt at fólk verða lumpað, sigur brúkaraumboðið

November er ein av stóru útsølumánaðum í árinum og við heitum  sum Singles’ Day, Black Week, Black Friday  og Cyper Monday, royna handilsfólk at tøla fólk við lokkandi lýsingum og góðum tilboðum. Lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi brúkarum at gera kvettið – men tað er bara tá ið handilsfólkini halda tað, tey lova.

 

Brúkaraumboðið sigur á síni heimasíðu, at av tí at heiti sum Black Friday, Black Week og Cyper Monday eru kend heiti tá ið útsølur eru, verða tey roknað sum vanblig marknaðarføring í sambandi við útsølur. Og tá ið útsøla er, skulu prísirnir sjálvandi vera lækkaðir, men tann vanligi prísurin skal eisini vera upplýstur – og teir skulu vera rættir.

 

Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan útsøluni verða settur á, og vøran skal eisini hava verið seld fyri tann prísin. Tiltøk sum Black Friday, sum er nú fríggjadagin, geva fólki ein varhuga av, at nú kunnu tey spara pengar.

 

Marknaðarføring í sambandi við útsølur, har tann rætti undanprísurin ikki er upplýstur, ger tað ikki bara ringt hjá fólki at gera kvetti. Tílík marknaðarføring kann eisini vera villleiðandi og ólóglig. Brúkaraumboðið sigur, at tá ið mett verður um, antin marknaðarføring er ólóglig, verður dentur lagdur á, at tað skal vera heilt greitt fyri fólki um ein vøra er á útsølu ella ikki.

 

Tí heitir brúkaraumboðið á handilsfólk um at seta seg væl inn í reglurnar, so at tey vita, hvat ið krevst fyri at halda seg innan fyri lógina, nú útsølur eru.