##med2##
Myndugleikarnir skulu hugsa seg væl um, áðrenn ein skipan við ognarskatti verður sett í gildið. Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum. Danski Tjóðbankin er komin við eini støðumeting av føroyska búskapinum, og har verður víst á, at ognarskattur kann vera við til at framtíðartryggja føroyska búskapin.
Fróði Magnussen sigur, at í Búskaparráðnum eru tey samd við nógvum av tí Danski Tjóðbankin sigur. Men í sambandi við ognarskatt, hevur hann kortini síni stóru fyrivarni. Hann heldur, at myndugleikarnir mugu vísa størsta varsemi, tí hann sigur, at ognarskattur kann fáa stórar avleiðingar fyri nógv.
Hann sigur, at ognarskattur kann vera við til at tvinga fólk úr Havnini, tí tey hava ikki ráð til at rinda ognarskatt. Hann heldur eisini, at tað eru aðrir mátar at útvega fleiri inntøkur frá húseigarum upp á
Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Búskaparráðnum greiða frá sínum sjónarmiðjum um ognarskatt og onnur gjøld á húseigarar










