Tað kann saktans henda at korona kemur aftur í heyst

Pál Weihe ávarar okkum ímóti at halda, at korona er liðugt, tí tað kann saktans henda, at tað herjar á okkum aftur í heyst

##med2##

 

Landsstýrið er í ferð við at taka allar avmarkingar í koronu av og um mánaðarskiftið februar og mars, verða tær seinastu avmarkingarnar strikaðar.

 

Pál Weihe, ráðgevari í koronu, sigur, at higartil hevur tað gingið sum væntað og hann væntar, at februar mánaður verður líka strævin, sum januar.

 

Men so væntar hann at smittan fer at hæsa av tíðliga í mars, so at vit fáa ein skáa. Hinvegin ávarar Pál Weihe ímóti at halda, at nú er korona av. Hann minnir á, at enn er ein stórur partur av heiminum ikki koppsettur og tað kann saktans henda, at ein nýggjur variantur fer at taka seg upp, og eisini fer at herja á okkum aftur í heyst.

 

Hann sigur, at vónin er, at tá hava vit so gott og neyvt koppingarevni, at vit fáa koppsett okkum burtur úr koronu – og soleiðis at vit skulu koppsetast einaferð um árið fyri koronu, akkurát sum fyri influensu.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe greiða frá