Tað kann gerast hattrick hjá B36

(Sending frá Rás2) Heðin Askham vitjaði fótbóltspanelið og metti um komandi kappingarár í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum, har fyrrverandi U21- og A-landsliðsvenjarin, Heðin Askham vitjaði Rásarúmið.

 

Tróndur Arge spurdi Heðin Askham um hvørji lið hann væntar at síggja á heiðursmerkjaplássunum. Hvørji lið verða í næstu feltunum, og hvørji lið hann metir mugu tungu leiðina niður í 1. deild aftur, tá kappingin 2016 er lokin.

 

Heðin Askham heldur, at sannlíkindini fyri, at B36 vinnur FM triðja árið á rað eru rættiliga góð. 

 

Heðin sigur, at vit skulu ikki vænta at síggja hann, sum venjara í ár, men í fótbólti kann ein aldrin siga aldrin.