Tað kann enda við at hundurin verður avlívaður

Hundar skulu ikki órógva fólk, sigur løgreglan

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at fólk verða órógvað av hundum, sum standa uttandura, í túnum og á trappusteinum, og goyggja uttan íhald, bæði tíðliga og seint. Men tað eru eisini mong, sum hava uppgivið at gera nakað við tað, tí tey siga, at tað nyttar ikki at melda, tí einki verður gjørt við tað kortini.

 

Men løgreglan sigur, at hetta er ikki rætt. Tey siga, at hetta vikuskiftið hava fólk ringt til løgregluna at melda hundar, sum hava staðið og goyð heilt seint á kvøldið.

 

Løgreglan sigur, at slík mál verða skrivað upp, og verður sami hundaeigari meldaður ferð eftir ferð, kann tað koma hartil, at løgreglan krevur, at hundurin verður avlívaður.

 

Fólk skulu ikki verða órógvað av hundum og verða tey tað, skulu tey boða løgregluni frá, tí tá ið løgreglan metir, at nú eru nóg nógvar fráboðanir um sama hund, kunnu syrgja fyri, at hann verður avlívaður.