Tað innara landslagið

Undir hesum áhugaverda heiti, læt Tróndur Patursson, listamaður upp spennandi listaframsýning upp í dag klokkan 16 á Steinprent.

Undir hesum áhugaverda heiti, læt Tróndur Patursson, listamaður upp spennandi listaframsýning upp í dag kl. 16 á Steinprent.
 
Eigarin av verkstaðnum, litografurin, Jan Andersson beyð vælkomin og vísti á, at ongantíð áður vóru so nógv fólk komin í so rúmari tíð, áðrenn ein framsíning læt upp.

Og tað gjørdist skjótt greitt, at hølini vóru ov lítil, tí so nógv fólk vildu vera við til hesa áhugaverdu framsýning, sum tó verður ein mánaða í Steinprenti.

Framsýningin er eisini ein partur av eini heiðran av Tróndi, sum her fyri fyllti 70 ár.  Á framsýningini eru 14 verk umframt hópin av prentum.

Onkur hevði eisini blómur við at geva Trónda, samstundis sum ynskt varð honum til lukku við degnum og framsýningini. Bróðurin, Bjørn hevði við sær ein lítlan stamp ella stórt kerald, har hann hevði sett nakrar rósur í, onkran góðan løg os so eitt deiliga væl voksið tjógv.

Jú, Tróndur varð væl fagnaður og listaframsýningin eisini - hon er sanniliga eina vitjan verd.



Orð og myndir: Dávur Witnther